SÓLSKINSSØGUR

Hvørt ár rundanum 10. desember skriva fleiri hundrað túsund fólk kring heimin brøv. Samhugabrøv til menniskju, sum tey ongantíð hava hitt, og áheitanarbrøv til myndugleikar um at fylgja grundleggjandi mannarættindum. At skriva brøv hevur altíð verið hjartamálið hjá Amnesty øll 54 árini, sum felagsskapurin hevur virkað. Og nógv brøv eru send úr Føroyum. 

"Takk til Amnesty aktivistar! Tykkara átøk hava givið úrslit, og eg eri leyslatin. Men mín sak er tíverri ikki liðug enn, so vinarliga haldið áfram." Gorm Boha, 2013.

"Eg byrjaði at fáa brøv frá Amnesty limum. Hetta var fyrsta ljósið í eini ógvuliga svartari tíð í mínum lívi. Eg trúði av fullum hjarta uppá, at Amnesty fór at gera mun. Eftir eg varð leyslatin sá eg, hvussu stórt arbeiðið Amnesty gjørdi fyri at leyslata meg." - Dr Tun Aung, leyslatin.

"Takk fyri tykkara stóra arbeiði fyri at leyslata meg úr fongsli. Tykkara brøv, telefon uppringinar og undirskriftainnsavnanir var mín verja allar teir mánaðirnar, tá eg sat í avbyrging. Tit vóru mín rødd, tá eg onga rødd hevði." - Birtukan Mideska, Etiopia, 2009. Leystalin í oktober 2010.

 

Aftur til forsíðuna