Hesum skriva vit fyri

Í einum av trimum málum síggja vit eina ítøkiliga broyting eftir at brøvini koma fram. Hvørt bræv munar!

TALA SØKINA HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM

Canada

Upprunafólk

Les meira um málið her...

×

TALA SØKINA HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM

Canada

Upprunafólk

George Desjarlais, ein Dane-Zaa-maður úr West Moberly First Nations í landnyrðingspartinum av British Columbia, fæst við at útbúgva seg til andligan leiðara hjá sínum fólki. West Moberly First Nations og Prophet River First Nations hava mótmælt byrgingini í rættinum og víst á, at teirra rættindir sambært sáttmála verða skúgvað til viks. Hóast málið enn er til viðgerðar í rættinum, heldur stjórnin í landslutinum fram við verkætlanini.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við ”Dear Prime Minister” 
og send boðini higar:
  • Krev, at arbeiðið at byggja Site C-byrgingina steðgar beinanvegin.

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

JAGSTRAÐ FYRI SÍNAR KROPSPARTAR

Malawi

Les meira um málið her...

×

JAGSTRAÐ FYRI SÍNAR KROPSPARTAR

Malawi

Tíggju ára gamla Annie Alfred vil vera sjúkrarøktarfrøðingur, tá ið hon verður stór. Men dreymar hennara gerast kanska ongantíð til veruleika. Hóast hon er sum onnur børn í Malavi, so trúgva summi, at hennara kropspartar hýsa gandamátti.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við: ”Dear President,”
  • - Sig, hvør tú ert, og hví tann vandamikla støðan, sum Annie og onnur við albinismu eru í, ørkymlar teg.
  • - Heit á hann um at verja fólk við albinismu og vísa, at brotsverk móti fólki sum Annie verða revsað.

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

HANSARA DIRVI BROYTTI HEIMIN

United States

Les meira um málið her...

×

HANSARA DIRVI BROYTTI HEIMIN

United States

Hansara dirvi broytti heimin. Tá ið Edward Snowden í juni 2013 lutaði skjøl hjá amerikonsku fregnartænastuni við fjølmiðlafólk, avdúkaði hann ómetaliga víðfevnt hópeftirlit um allan heim. Edward Snowden átti ongantíð at verið ákærdur fyri lógarbrot, sum hanga saman við mannarættindaavdúkingum. Kortini kann hann verða settur í fongsul í tíggjutals ár.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Bið Obama forseta náða Edward Snowden, sum bara varskógvaði til frama fyri áhugamálini hjá almenninginum, áðrenn hann fer frá í januar 2017.

Skriva brøv til:

Dear President
President Obama
The White House
1600 Pennsylvania Avenue NW
Washington, DC 20500
USA

Tak upplýsingar niður her

Friðarligur aktivistur lívlangt fongsul

China

Friðarligur aktivistur lívlangt fongsul

Les meira um málið her...

×

Friðarligur aktivistur lívlangt fongsul

China

Friðarligur aktivistur lívlangt fongsul

Ilham Tohti virkaði ótroyttiliga fyri at byggja brýr millum fólkabólkar í Kina. Bæði á skrift og í fyrilestrum legði hann dent á, at hann als ikki tók undir við harðskapi. Heldur eggjaði hann til samstarv og samlag millum fólkabólkar. Men hann er fongslaður fyri lívið – fyri at birta upp undir etniskan tvídrátt. Ilham Tohti er ein virdur universitetsprofessari, sum er kendur fyri sínar hóvligu áskoðanir á ósemjur millum fólkabólkar í Kina. Kortini handtók politiið hann í januar 2014 í heiminum í Beijing. Í fimm mánaðir hoyrdu familja og vinfólk hvørki orð ella eið frá honum. Hann fekk ikki matartugguna í 10 dagar, og føturnir vóru fjøtraðir í 20 dagar. Í septembur 2014 varð hann so dømdur lívlangt fongsul – fyri at birta upp undir fíggindskap millum fólkabólkar.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Skriva fongsulsleiðaranum eini boð:
  • - Byrja við: ”Dear Director,”
  • - Sig, hvørt tú ert, og hví tað ørkymlar teg, at Ilham Tohti framhaldandi situr í varðhaldi.
  • - Bið hann við tínum egnu orðum sleppa Ilham leysum beinanvegin og treytaleyst.

Skriva brøv til:

Dear Director
Director Fan Jun
Prison Administration Bureau of Xinjiang Uighur Autonomous Region
No.626 Xinquanjie, Tianshanqu Urumqi
Xianjiang Uighur Autonomous Region
People’s Republic of China 830002

amnesty@amnesty.fo

Tak upplýsingar niður her

PÍNDIR OG FONGSLAÐIR FYRI GRAFITTI

Azerbaijan

Les meira um málið her...

×

PÍNDIR OG FONGSLAÐIR FYRI GRAFITTI

Azerbaijan

Tveir ungir lesandi, Bayram Mammadov og Giyas Ibrahimov, dittaðu sær at finnast at statinum á so almennan hátt, sum teir kundu. Teir málaðu sín bersøgna boðskap á standmyndina av tí undanfarna aserbadjanska forsetanum – sama kvøld sum hann fylti. Dagin eftir, tann 10. mai. 2016, vórðu teir handtiknir og varðhaldsfongslaðir við íspunnum skuldsetingum. Bayram og Giyas sita í varðhaldi, meðan teir bíða eftir rættarmálinum. Verða teir dømdir sekir, kunnu teir fáa 12 ára fongsulsrevsing – alt fyri at finnast at stjórnini í einum uppslagi á Facebook.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við: ”Dear president,”
  • - Sig, hvørt tú ert, og hví tað ørkymlar teg, at Bayram Mammadov og Giyas Ibrahimov sita í varðhaldi.
  • - Bið hann tryggja, at Bayram og Giyas verða leyslatnir alt fyri eitt, og at tær ósonnu ákærurnarnar um rúsevnir verða sleptar.

Skriva brøv til:

Dear President
Ilham Aliyev
Office of the President
19 Istiqlaliyyat Street
Baku, AZ 1066
Azerbaijan

amnesty@amnesty.fo

Tak upplýsingar niður her

SETTUR FASTUR FYRI EITT SMS

Cameroon

Les meira um málið her...

×

SETTUR FASTUR FYRI EITT SMS

Cameroon

Fomusoh Ivo Feh, millum vinirnar bara Ivo, skuldi júst byrja á universitetinum, tá ið eitt sms broytti alt. At senda eitt sms er eingin brotsgerð. Krev, at Kamerun sleppir øllum ákærum móti Ivo og vinmanninum og sleppir teimum leysum.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við: ”Dear President,”
  • - Sig, hvør tú ert, og hví tað ørkymlar teg, at Ivo Feh og vinmaðurin sita í varðhaldi.
  • - Bið hann sleppa øllum ákærum ímóti teimum og sleppa teimum leysum beinanvegin.

Skriva brøv til:

His Excellency Paul Biya
President of the Republic of Cameroon
P.O. Box 95
Yaoundé
Cameroon

Tak upplýsingar niður her

MEIRA ENN 1000 DAGAR Í FONGSLI FYRI MYNDATØKU

Egyptaland

Les meira um málið her...

×

MEIRA ENN 1000 DAGAR Í FONGSLI FYRI MYNDATØKU

Egyptaland

Fyri at taka myndir varð Shawkan handtikin, píndur og settur í varðhald. Hann er, millum nógv annað, ákærdur fyri ”at órógva tann almenna friðin” og ”at vera partur av einum brotsmannaliði”. Rættarmálið er í gongd. Verður hann dømdur sekur, kann hann verða dømdur til deyða.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við: ”Dear Counsellor,”
  • - Sig, hvør tú ert, og hví tað ørkymlar teg, at Mahmoud Abu Zeid, ella Shawkan, situr í varðhaldi.
  • - Bið hann við tínum egnu orðum sleppa øllum ákærum mót Shawkan og sleppa honum leysum beinanvegin.

Skriva brøv til:

Dear Counsellor
Nabil Sadek
Office of the Public Prosecutor
Madinat Al-Rihab
New Cairo
Egypt

Tak upplýsingar niður her

BÓNDI Í HERNAÐ ÍMÓTI EINUM AV HEIMSINS STØRSTU GULLNÁMUM

Peru

Les meira um málið her...

×

BÓNDI Í HERNAÐ ÍMÓTI EINUM AV HEIMSINS STØRSTU GULLNÁMUM

Peru

Máxima Acuña hevur drigið Yanacocha, eitt av heimsins størstu gull- og koparnámum, í rættin. Rættarósemjan snýr seg um ognarrættin til jørðina, har hon og familjan búgva. Hon hevur staðið ímóti harðligum álopum frá politinum á staðnum fyri at nokta at flyta. Máxima sigur ágangin vera eina roynd at reka seg burtur, so at námsfyritøkan sleppur at brúka jørðina. Men hon noktar at geva eftir fyri trýstinum.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Byrja við: ”Dear Minister,”
  • - Sig, hvør tú ert, og hví tú stúrir fyri trygdini hjá Máximu Acuña.
  • - Bið hann við tínum egnu orðum verja Máximu fyri ágangi og hóttanum, sum hon livir undir hvønn dag.

Skriva brøv til:

Dear Minister
Carlos Basombrío
Ministerio del Interior
Plaza 30 de Agosto s/n Urb. Corpac
San Isidro, Lima
Perú

Tak upplýsingar niður her

Soleiðis bjarga brøv lívum!

1. Amnesty kannar málini, sum vit skriva fyri.
2. Vit velja mál, har altjóða trýst kann gera ein veruligan mun.
3. Amnesty deildir kring heimin fáa fólk at skriva brøv.
4. Fólk skipa fyri skrivi-tiltøkum.
5. Fólk kring heimin skriva brøv.
6. Brøvini koma fram.
7. Vón birtist. Broytingar henda. Fangar fáa betur umstøður, og onkur verður leyslatin.
8. Amnesty móttekur afturmeldingar, sum vísa, at brøvini frá tær hava gjørt veruligan mun!