Hesum skriva vit fyri

Í einum av trimum málum síggja vit eina ítøkiliga broyting eftir at brøvini koma fram. Hvørt bræv munar!

11 MENNISKJARÆTTINDAVERJAR Í TURKALANDI ÁKÆRD

Turkey

KREVJIÐ RÆTTINDI HJÁ MENNISKJARÆTTINDAVERJUM Í TURKALANDI

Les meira um málið her...

×

11 MENNISKJARÆTTINDAVERJAR Í TURKALANDI ÁKÆRD

Turkey

KREVJIÐ RÆTTINDI HJÁ MENNISKJARÆTTINDAVERJUM Í TURKALANDI

Tað skuldi vera ein vanligur dagur hjá İdil Eser, aðalskrivara hjá Amnesty Turkalandi. Hon luttók á einari verkstovu fyri menniskjarættindaverjar í Istanbul í juli 2017. Saman við henni var vinkona hennara og aktivisturin Özlem Dalkıran, stovnari av Amnesty í Turkalandi. Triðji dagur á verkstovuni var um at byrja, tá løgreglan leyp á bygningin og handtók tær og átta onnur. Og ákærurnar? ”hjálp til yvirgangsfelagsskap” – ein vitleys skuldseting. Handtøkan av Istanbul 10 hendi nakrar vikur eftir, at nevndarformaðurin í Amnesty í Turkalandi, Taner Kılıç, varð handtikin. Hann varð fongslaður 9. juni við tí høpisleysu skuldseting, at hann var limur í einum ”vápnaðum yvirgangsfelagsskapi.” Varðhaldið er tað seinasta av eini røð av royndum hjá stjórnini at fáa atfinningarsom at tiga. Síðan kvetsroyndina í juli 2016 eru fleiri enn 150.000 fólk vorðin kannaði fyri brotsgerðir. Istanbul 10 hava halgað lív teirra til at verja rættindini hjá øðrum. Tey tala um frælsi og berjast fyri, at øll í Turkalandi verða rættvíst viðfarin. Fyri hvønn dag, tey eru í varðhaldi og /ella skuldsett, verða fólkini, hvør rættindi tey verja, meira viðbrekin fyri áhaldandi fræsisráninum hjá stjórnini. Tey arbeiða fyri rættindum hjá øðrum. Tað er brúk fyri teimum meira enn nakratíð júst nú í Turkalandi! Eingi prógv eru í ákærunum.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Heitið á Turkaland at steðga jagstranini eftir menniskjarættindaverjum og leyslata tey treytaleyst.
  • Heit á forsetan/stjórnina um at treytaleyst taka allar ákærur av teimum 11 aftur.
  • Krevjið at púra høpisleysu ákærurnar móti formanninum í Amnesty Turklandi verða tiknar aftur, og at hann verður latin leysur alt fyri eitt.

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

MILPAH

Honduras

VÍS SAMHUGA FYRI RØRSLUNI HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM

Les meira um málið her...

×

MILPAH

Honduras

VÍS SAMHUGA FYRI RØRSLUNI HJÁ UPPRUNAFÓLKINUM

Fyri upprunafólkið Lenca í Honduras, er jørðin teirra lív. Men stór vatnorkuverk, námsídnaður og onnur áhugamál eru úti eftir at ovnýta jørðina hjá teimum. MILPAH, tann óhefta rørslan hjá Lanca-fólkinum úr La Paz, er í fremstu røð fyri at berjast móti hesum. Ærumeiðandi átøk verða gjørd móti Lenca-fólkinum, tey fáa deyðshóttanir og verða likamliga álopin. Hóast tað eru teirra álopsfólk sjálvdan handtikin og sett fyri einum dómstóli. Upplivingar teirra eru vanligar fyri aktivistar í Honduras - ein av vandamiklastu støðunum í heimunum at vera upprunafólk og umhvørvisverji. Summi eru heppin at yvirliva. Onnur eru ikki; Berta Cáceres, úr einum systrafelagsskapi, sum var í herferð móti vatnorkuverkum, varð myrdur í 2016. Ana Miriam Romero, úr MILPAH rørsluni, var við barn, tá vápnaðir menn lupu á hús hennara tí teir leitaðu eftir manni hennara. Eisini bukaðu teir Anu. Hetta var í oktobur 2015, og nakrar mánaðir eftir settu teir eld á hús hennara. Í juli 2016 hóttu tveir menn at drepa arbeiðsfelag hennara, Martin Gómez. ”Vit hava eingi vápn, vit hava ongar pengar”, sigur Martin. ”Men vit hava eina rødd og … tað hevur gjørt okkum før fyri at gera verulig framstig.” Gev tína rødd til hesar djøvu kvinnur og menn.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Heit á forsetan/stýrið í Honduras um at virða Lenca upprunafólki
  • Harðskapurin mótvegis rørsluni MilPAH skal steðga
  • Jørðin er teirra!

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

SAKRIS KUPILA

Finland

HEIT Á FINLAND UM AT BROYTA LÓGGÁVU

Les meira um málið her...

×

SAKRIS KUPILA

Finland

HEIT Á FINLAND UM AT BROYTA LÓGGÁVU

Sakris Kupila hevur ongantíð sæð seg sjálvan sum kvinnu. Hóast tað skal 21 ára læknalesandi finna seg í dagligari eyðmýking, tí samleikaprógv hansara siga, at hann er kvinna. Sakris var tannáringur, tá hann gjørdist varugur við, at hann ikki kendi seg sum tað kynið honum varð givið, tá hann varð føddur. Hann valdi sær eitt nýtt navn – eitt mannfólkanavn – men í finskari lóggávu hava fólk ikki loyvi at hava eitt navn ætlað hinum kyninum. Sakris mátti verða diagnosiseraður við einari sálarsjúku fyri at varðveita navnið. Hetta var fyrsta fet móti eini viðurkenning av, hvør Sakris verðuliga er. Men fyri at broyta kyn í Finnlandi, krevst, at ein verður diagnostiserað/ur við eini sálarsjúku og at ein verður steriliserað/ur. Slíkar fortreytir eru ein blettur á góðu umrøðuna av Finnlandi um opinleika og tollyndi. Fyri Sakris er avgerðin greið. Hann er ímóti hesi eyðmýking og krevur lógarbroyting. ”Grundleggjandi menniskjarættindi hjá tvørkyndum fólki eru brotin í dag í Finnlandi” sigur Sakris. “ikki bara eru vit fyri menniskjamuni í sjálvum samfelagnum men eisini frá stjórn landsins”. Bardagin hjá Sakris hevur viðført hóttanir og fíggindaskap. Men hann gevst ikki. “Eg steðgi, tá bardagin er liðugur”, sigur Sakris.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Heit á finska forsetan/stjórnina um at broyta lóggávuna, so Sakris og øll onnur i tvørkynd í Finnlandi fáa løgliga viðurkenning uttan eyðmýking og brot á menniskjarættindi teirra
  • Finska stjórnin skal arbeiða fyri rættindum hjá tvørkyndum
  • Steðga mismuni, hatri og stigma, sum tvørkynd eru fyri
  • Tað er ikki ein sálarsjúka at vera tvørkynd

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

Mahadine

Chad

HJÁLPIÐ AT LEYSLATA MAHADINE OG GEVA HONUM HEILIGVÁG

Les meira um málið her...

×

Mahadine

Chad

HJÁLPIÐ AT LEYSLATA MAHADINE OG GEVA HONUM HEILIGVÁG

Hann er ein internetaktivistur og pápi at sjey børnum. Í septembur í 2016 legði Tadjadine Mahamat Babouri, vanliga nevndur Mahadine, nøkur sjónbond á facebook. Á hesum sjónbondum ákærdi hann stjórnina í Chad, og fólk tætt knýtt at stjórnini, fyri mutur og misnýtslu av landins pengum. Eisini klagaði Mahadine um fíggjarligu kreppuna í landinum, tí Chad í stóran mun livir av oljuvinnuni, og um allan heim eru oljuprísirnir fallandi. At framleiða og leggja sjónbondini út er djarvt í einum landi, har tað at siga sína meining hevur ógvusligar avleiðingar. Innan fáar dagar varð Mahadine tikin á gøtuni á alljósum degi av monnum, sum hildið verður eru frá fregnartænastuni í Chad. Mahadin sigur, at hann varð bukaður, fekk elektroniskan stoyt, varð leinkjaður í vikur, og fluttur frá einum fongsli til annað. Kona og børn hansara fingu einki at vita, og vórðu sjálvi noydd at finna fram til mann og pápa teirra. Mahadine er í vanda fyri at fáa lívslangan fongsulsdóm. Hann er millum annað ákærdur fyri at hótta trygdina í landinum. Hann er illa sjúkur, tí hann hevur fingið tuberklar í fongslinum. Hann hevur brúkt fyri átrokandi læknahjálp. Mahadine skal ikki sita restina av lívinum í fangaskapi, tí hann hevur verið djarvur, og fyri at at siga sína hugsan.

Hetta kanst tú m.a. skriva:

  • Heitið á stjórnina í Chad um at lata Mahadine leysan umgangandi.
  • Mahadine hevur brúk fyri heiligvági umgangandi
  • Mahadine hevur rætt at siga sína hugsan - talufrælsi er menniskjarættur!

Skriva brøv til:

Tak upplýsingar niður her

Soleiðis bjarga brøv lívum!

1. Amnesty kannar málini, sum vit skriva fyri.
2. Vit velja mál, har altjóða trýst kann gera ein veruligan mun.
3. Amnesty deildir kring heimin fáa fólk at skriva brøv.
4. Fólk skipa fyri skrivi-tiltøkum.
5. Fólk kring heimin skriva brøv.
6. Brøvini koma fram.
7. Vón birtist. Broytingar henda. Fangar fáa betur umstøður, og onkur verður leyslatin.
8. Amnesty móttekur afturmeldingar, sum vísa, at brøvini frá tær hava gjørt veruligan mun!